+298 560992

Rannteld bókhaldsvirki
Bókhaldstænastur til stór og smá
Tænastur
Vit kunnu m.a. bjóða hesar tænastur



Bókhald
MVG uppgerðir
Fyrisiting
Lønar- og hýruavrokningar
Skattauppgerðir
Rakstrarætlan
Fakturering
Skuldararøkt
Ognararøkt

Søgan
Rannteld bókhaldsvirki varð stovnað av Atla K. Olsen tann 8. apr. 1991. Tann 1 okt. 2010 fór Sp/f Rannteld í samstarv við Shipping.fo. Shipping.fo tekur sær av m.ø. umsiting av lønum o.tl. hjá manningum á skipum undir FAS (Føroyska Altjóða Skipaskráin).
Rannteld og Shipping.fo vera rikin undir einum felag, ið ber navnið Sp/f Shipping.fo.
Fremsta uppgáva Ranntelds er tó framvegis tann, at taka sær av at føra bókhald fyri størri og smærri virkir, og við okkara yvir 25 ára royndum, eru vit vorðin kend fyri at seta dygdina í hásæti.
Um okkum og tað vit kunnu bjóða
Rannteld er eitt bókhaldsvirki, sum fæst við alt, ið náttúrliga hoyrir til eitt slíkt virksemi.
Okkara kundar umboða eitt breitt úrval av føroyskum og útlendskum virkjum, bæði partafeløgum og privatum vinnurekandi. Her er talan um alt slag av virksemi - bæði stór og smá.
Ein og hvør virkiseigari veit, at óskil í roknskapinum kostar pening, og í ringasta føri konkurs. Tí er sera týdningarmikið, at øll virkir hava skil á sínum pappírum. Tað er Rannteld ført fyri at taka sær av, soleiðis at tit bæði hava ordan í bókhaldinum og spara tíð og pening.
Rannteld hevur drúgvar royndir innan alt, ið snýr seg um roknaskap, bókhald, skuldara- og ognararøkt, MVG- og skattauppgerður, ráðgeving o.s.fr.

ISO 9001
Góðskugóðkenning
Í desember 2012 fekk Rannteld ISO 9001 góðkenning.
Hetta er eitt stig í okkara stremban at hækka tænastustøðið á fyritøkuni og soleiðis nøkta tørvin og krøvini hjá viðskiftafólkum okkara.
.jpg)